TAKK FYRI AT VIT FINGU JÓHANNES AFTUR
Tá Jóhannes var 6 ára gamal, drakk hann vistfrøðiligt haldevni, sum verður nýtt til súrhoyggj, úr einari sodavatnsfløsku, sum hann hevði funnið. Støðan hjá Jóhannes gjørdi alsamt verri, og hann varð koyrdur á skaðastovuna í Klaksvík.
Haldevnið forðaði reyðu blóðlikamunum at flyta lívsneyðugt súrevni út í lítla kroppin. Uttan súrevni í blóðinum yvirlivir tú ikki. Tá eg kom inn á skaðastovuna, var Jóhannes blivin blágrønur av iltmangli og gift. Eg tók hendurnar upp fyri andlitið, tá eg sá hann, men mátti taka meg saman, tí hann var við sítt fulla vit.
Eg stóð undir liðini á honum og royndi at tosa við hann, meðan læknarnir arbeiddu upp á hann. Hann var ordiliga veikur, og eg visti, at støðan var hættislig.
Á skaðastovuni bóru tey skjótt at og løgdu Jóhannes í koma. Vit blivu so í skundi flogin við tyrlu á Landssjúkrahúsið, har ein rúgva av læknum stóðu klárir at royna at bjarga honum. Mótgiftin móti haldevninum riggaði ikki, tí valdu læknarnir at skifta blóðið hjá honum út.
Í seks umførum varð dálkaða blóðið tappað, og nýtt blóð úr Blóðbankanum latið í staðin. Stórur partur av blóðinum hjá Jóhannesi varð útskift við tykkara, og hetta bjargaði soni okkara.
Túsund takk, tit blóðgevar
Rut Mohr Olsen
JUL
2021