Felagið Blóðgevi

Viðtøkur fyri Felagið Blóðgeva

 

§ 1: Navn felagsins

Navn felagsins er Felagið Blóðgevi. Felagið Blóðgevi er stovnað tann 23. mai 2001.

§ 2: Heimstaður

Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna.

§ 3: Endamál og virksemi

Felagið Blóðgevi hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til sjúkrahúsverkið fyri saman við øðrum tílíkum føroyskum feløgum at nøkta tørvin á blóði.
Felagið Blóðgevi kann skipa fyri ymiskum tiltøkum limanna til frama.
Felagið Blóðgevi kann gera samstarvsavtalu við staðbundin føroysk blóðgevafeløg eins og við blóðgevafeløg uttanlands.

§ 4: Limaskapur

Øll, ið eru skrásett sum blóðgevar á Landssjúkrahúsinum ogSuðuroyar Sjúkrahúsi, eru limir í Felagnum Blóðgevi. Limaskapurin heldur uppat, tá ið blóðgevi ikki er virkin. Ikki virkin blóðgevi kann tó halda fram sum limur í felagnum, um viðkomandi í telduposti setir fram skrivligt ynski um tað til nevndina. Limaskapur er ókeypis, men Felagið Blóðgevi fær samsýning frá Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri hvørja blóðtapping.

§ 5: Nevnd felagsins

Stk 1. Felagið verður stýrt av nevnd við 5 limum, ið verða vald á aðalfundi. Ein bioanalytikari skal altíð vera í nevndini, og um gjørligt eisini ein lækni.

Stk. 2. Á aðalfundi verða annaðhvørt ár ávikavist 3 nevndarlimir valdir og annaðhvørt ár ávikavist 2 nevndarlimir. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni umframt kassameistara og skrivara.

Stk 3. Nevndin heldur fund so ofta, tað er neyðugt, tó í minsta lagi 3 ferðir um árið. Á nevndarfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Nevndarfundur skal verða hildin, um formaðurin ella tveir aðrir nevndarlimir biðja um tað. Formaðurin, ella í hansara fráveru næstformaðurin, innkallar til nevndarfund og stendur fyri fundinum. Skrivarin skrivar talgilda fundarfrásøgn, ið verður send øllum nevndarlimum umvegis teldupost. Um eingin nevndarlimur ger viðmerkingar til fundarfrásøgnina innan 7 dagar frá tí, fundarfrásøgnin er send nevndarlimunum, er hon góðkend.

§ 6: Tiltakslimir

2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum aðalfundi.

§ 7: Aðalfundur

Aðalfundurin, ið verður hildin í Tórshavn á hvørjum ári í seinasta lagi 1. mai, er hægsti myndugleiki felagsins. Fundurin verður lýstur við í minsta lagi 7 daga og í mesta lagi 14 daga fráboðaní einum føroyskum blaði. Ein lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, og sum ikki standa á føstu skrá aðalfundsins, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku undan aðalfundinum.
Á aðalfundinum skulu hesi mál verða viðgjørd:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram
  3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum
  5. Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6
  6. Val av grannskoðara
  7. Annað

Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Skulu viðtøkur felagsins broytast, krevst tó, at 2/3 av teimum, ið eru á aðalfundi, atkvøða fyri broytingunum. Broytingar av viðtøkum skulu eisini góðkennast av Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður á aðalfundi, fellur málið burtur.

§ 8: Eyka aðalfundur

Eykaaðalfundur verður hildin, um nevndin metir tað vera neyðugt,ella tá í minsta lagi 15 limir biðja um eykaaðalfund við skrivligari fráboðan til nevndina. Tann, ið biður um eykaaðalfund, skal samstundis tilskila, hvørji mál ella uppskot skulu verða viðgjørd á fundinum. Eykaaðalfundur verður fráboðaður á sama hátt sum aðalfundur og skal verða hildin í seinasta lagi ein mánað eftir, at nevndin hevur móttikið skrivliga áheitan um fundin.

§ 9: Hvussu felagið verður bundið

Felagið verður bundið við undirskrift formansins saman við einum øðrum nevndarlimi ella av trimum nevndarlimum saman. Nevndin kann veita bankafulltrú til formann og kassameistara

§ 10: Roknskapur og grannskoðan

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár gongur tó frá stovnan felagsins til 31. januar 2001. Tað liggur á nevndini at føra roknskap yvir inntøkur og útreiðslur felagsins samsvarandi góðum roknskaparsiði. Roknskapur felagsins skal grannskoðast av einum roknskaparkønum fólki, sum er valt á aðalfundi. Roknskapur felagsins verður sent Landssjúkrahúsinum til kunningar, eftir at roknskapurin er góðkendur á aðalfundi.

§ 11: Avtøka av felagnum

Gera umstøðurnar tað, at felagið eigur at verða avtikið, skal nevndin boða til eykaaðalfundar við avtøku felagsins á skránni. Fundurin verður fráboðaður við somu tíðarfreist sum til vanligur aðalfundur. Atkvøða í minsta lagi ¾ av limunum, ið eru á hesum fundi fyri at taka felagið av, verður tað avtikið, og ognir felagsins verða latnar felagsskapum ella øðrum, ið arbeiða fyri somu endamálum sum felagið. Verður avgerð tikin á aðalfundi um at avtaka felagið, skal hetta góðtakast av Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hesar viðtøkur vórðu góðtiknar á aðalfundi felagsins mikudagin 11. apríl 2018.