Sum blóðgevi, kanst tú altíð ogna tær ein av hesum gávulutum, sum tú sært á myndunum niðanfyri.
Tá ið blóðgevi hevur givið blóð 10 ferðir, fær hann eina bronsunál. Eftur 25 ferðir er talan um eina silvurnál, 50 ferðir eina gullnál og eina rósu, 75 ferðir um eina gávu umframt eitt blómutyssi. Tá ið blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir, fær hann ein pelikan úr glasi umframt blómutyssi.











