Felagið Blóðgevi varð stovnað 23. mai 2001 og hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til sjúkrahúsverkið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja, at tørvurin á blóði á sjúkrahúsunum verður nøktaður.

Allir blóðgevar eru limir sjálvvirkandi í blóðgevarafelagi.

So nógvir blóðgevar eru skrásettir í mun til fólkatalið.

Skrásettir blóðgevar 2.200 persónar
Føroyingar tilsamans umleið 55.000 persónar

Ver við!

Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst, at í minsta lagi 5% av íbúgvunum í einum landi eru blóðgevar.

Ver við!

Av tí at ein náttúrlig frágongd altíð er, er støðugt tørvur á nýggjum blóðgevum. Skal tørvurin nøktast, krevst, at í minsta lagi 5% av íbúgvunum í einum landi eru blóðgevar.