Tilmeldingarblað

Takk fyri

Uttan mun til um tú lýkur treytirnar fyri at gerast blóðgevi ella ikki, so takka vit tær fyri, at tú sýndi vilja at hjálpa.

Høvuðstreytir fyri at gerast blóðgevi eru, at tú hevur góða heilsu og ert millum 18 og 60 ár. Tú skal harumframt viga í minsta lagi 50 kg. Lýkur tú hesar treytir, so melda til her, ella set teg í samband við ein av blóðbankunum.

Hvat hendir fyrstu ferð, tú vitjar blóðbankan?

Spurt verður um tína heilsustøðu gjøgnum árini, og blóðroynd verður tikin, har kannað verður fyri ávísar smittandi sjúkur, umframt blóðprosent. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni.