Menniskjasligt samhaldsfesti
Eg hevði einki kent á mær sum so, men ein morgunin varð heilt galið. Hevði vaml, var illa fyri og spýði blóð. Við vón um at alt fór at laga seg, læt eg standa til.
Til endans legði eg tó kongin og ringdi til læknavaktina. Av blóðmissi misti eg vitið í túninum á Landssjúkrahúsinum. Tey fóru undir lívbjargandi átøk beinanvegin, og eftir at hava funnið fleiri lekar í og kring magan, fingu tey tett meg.
Í dag kann eg bara vera takksamur fyri, at vit eiga eldsálir, ið sjálvboðin og uttan vinning lata blóð fyri at bjarga mannalívum.
Eyðun Joensen
26
OCT
2017
OCT
2017
0