Tíðindi

Takk somuleiðis

TAKK SOMULEIÐIS

Tíðin frá tí, at eg kom í eygað, til eg skuldi hitta heimin, gekk sum hon skuldi. Tá dagurin upprann, fór mamma á Landssjúkrahúsið og vit skuldu fara hvør til sítt.

Í skilnaðinum millum meg og mammu hendi okkurt, og hon fór at bløða heilt illa. Lívið, ið fyri stuttum hevði seyrað í meg gjøgnum hana, rann nú úr henni. Tað stóð um lív hjá mammu.

Tey bóru skjótt at. Eg var føddur og kom út í ljósið, men mamma var framvegis ávegis inn í myrkrið. Kønar hendur loftaðu og mamma fekk um tveir litrar av blóði, áðrenn bløðingin varð steðgað og hon varð bjargað.

Eg veit ikki hvør tað var, ið gav mammu blóð, men tá fólk koma á gátt og ynskja tillukku við mær, svari eg bara øllum: ”Takk somuleiðis”.

 

Tróndur Magni Bruce

Gerst blóðgevi

0