Tíðindi

Takk fyri meg og dreingirnar

TAKK FYRI MEG OG DREINGIRNAR

Sum 19 ára gomul fekk eg staðfest sjúkuna aplastisk anæmi. Hetta var í 1998. Sjúkan gjørdi, at eg ikki framleiddi nóg mikið av blóði og eg var noydd at fáa blóð á sjúkrahúsinum upp til tvær ferðir um vikuna.

Læknarnir royndu at basa sjúkuni við medisinskum viðgerðum, men til fánýtis. Í 2004 fekk eg boðini, at fekk eg ikki mergtransplantatión beinanvegin, hevði eg neyvan meira enn eini tvey ár eftir.

Lukkutíð eydnaðist tað at fáa eina transplantatión, og í dag eri eg frísk. Hvønn einasta dag hugsi eg um, hvussu heppin eg eri. Síðan eg gjørdist frísk, havi eg fingið tveir deiligar dreingir, ið annars ikki vóru komnir í heimin. Eg eri bara so takksom fyri alt og ikki minst tigandi hetjurnar – blóðgevarnar.

 

Mia Krog Sørensen

Gerst blóðgevi

0