
UTTAN TYKKUM VAR EG IKKI
Eg var sera veik og illa fyri, tá eg varð fødd. Læknarnir vistu ikki, hvat mær bagdi, men royndu at styrkja meg sum frægast. Tey sóu, at hvørja ferð, at eg fekk blóð, ernaðist eg og gjørdist betur fyri. Men stokkut var løtan, tí tað gekk bara stutt tíð, so var aftur galið.
Tá eg var 2 ára gomul staðfestu læknarnir, at eg hevði sjáldsomu sjúkuna pyruvate kinesu mangul. Bæði míni foreldur vóru berarar av sjúkuni, uttan at vita tað. Eingin annar í Føroyum hevði sjúkuna.
Sjúkan ger, at míni reyðu blóðlikam verða brotin niður skjótari enn kroppurin framleiðir nýggj. Nú eg eri vaksin, havi eg vant meg við sjúkuna, men eg skal framvegis hava blóð einar tvær ferðir um árið.
Eg hugsi sjáldan um sjúkuna longur, men blóðgevarnar hugsi eg ofta um. Uttan tykkum var eg ikki og takk fáið tit fyri tað.
Borghild Jóhanna Fagradal
NOV
2017