![Uni_1772x640](https://gevblod.fo/wp-content/uploads/2021/06/Uni_1772x640.jpg)
Tit eiga lívið í Una
Eg veit ikki hvørji tit eru og kann tí bara siga takk.
Lívið kann hátta seg so løgið. Fyri nógvum árum síðani sannførdi ein íðin sál meg um, at eg átti at meldað meg sum blóðgeva. Eg tók fyrstu blóðroyndina, lat blóð einaferð, men gjørdist síðani við barn, og kundi tí ikki geva blóð aftur, fyrr enn eg hevði átt.
Tá Uni varð føddur, fingu vit at vita, at hann bar sjáldsomu sjúkuna Pyruvate Kinesu mangul. Sjúkan hevur við sær, at blóðið manglar eitt orkuenzym, og tí noyðist hann at fáa blóðtransfusión fjórðu hvørja viku. Kroppurin hjá Una drenar orku úr blóðinum, men framleiðir ikki nóg nógva orku afturímóti.
Uni, sum í dag er vaksin, hevur fingið blóð úr blóðbankanum alt lívið. Hóast orkan kann vera svikalig, roynir Uni ikki at vera ov nógv merktur av sjúkuni. Hann hevði ikki verið á lívi uttan blóðgevar, tí hevur Uni ein ótroyttiligan lívsvilja. Hann livir eitt nær um vanligt lív og er júst farin í læru til maskinsmið. Fyri stuttum segði ein annar lærlingur á arbeiðsplássinum við Una, at nú hevði hann teknað seg sum blóðgeva.
Til allar tykkum ónevndu blóðgevar: Tit eru gull verd – Tit eiga lívið í mínum Una.
Herdis Vernersdóttir
JUN
2021