Í seks umførum varð dálkaða blóðið tappað, og nýtt blóð úr Blóðbankanum latið í staðin. Stórur partur av blóðinum hjá Jóhannesi varð útskift við tykkara, og hetta bjargaði soni okkara.
Tá Uni varð føddur, fingu vit at vita, at hann bar sjáldsomu sjúkuna Pyruvate Kinesu mangul. Sjúkan hevur við sær, at Uni noyðist at fáa blóðtransfusión fjórðu hvørja viku.
Av blóðmissi misti eg vitið í túninum á Landssjúkrahúsinum. Tey fóru undir lívbjargandi átøk beinanvegin, og eftir at hava funnið fleiri lekar í og kring magan fingu tey tett meg.