Tíðindi

Nevndin er hin sama

Aðalfundur var í Felagnum Blóðgeva,  mikudagin 20. apríl 2022 í hølinum hjá Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi í Havn.

Allir 3 nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Teir vóru: Tóra Holm Jacobsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Umframt hesi sita Øssur Sverrason Egholm og Joan Petersen í nevndini. Nevndin skipaði seg á sama hátt sum áður, við Claus sum formanni, Joan, sum næstforkvinnu og Øssuri sum kassameistara.

Les formansfrágreiðing her

Les fundarfrásøgn her  

 

 

0