Fundarfrásøgnfrá aðalfundi í Felagnum Blóðgeva mikudagin 11. mars 2026, kl. 19 í høli hjá NÁMI, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn
Sambært viðtøkum felagsins var skráin hendan.
- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram
- Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
- Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum
- Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6
- Val av grannskoðara
- Annað
Viðv. 1
Joan Petersen varð vald sum fundarstjóri.
Viðv. 2
Formaðurin læs nevndarfrágreiðingina upp. Í frágreiðingini varð nevnt, at felagið í fjør hevði keypt nýggja og brúkaravinarliga kaffimaskinu til blóðbankan á Landssjúkrahúsið. Gamla maskinan varð latin blóðbankanum í Suðuroy, tí har tappa tey munandi færri blóðgevar í mun til blóðbankan á landssjúkahúsinum.
Arbeitt hevur støðugt verið við at dagføra heimasíðuna, harímillum at tryggja heimasíðuni móti álopum frá teldusníkum.
Síðst í september luttók næstforkvinnan á landsfundi hjá Bloddonorerne Danmark, sum fór fram í Helsingør. Á telduskíggja varð kunnað um virksemið hjá blóðbankanum og hjá Felagnum Blóðgeva. Nógv fólk komu og hugdu at og fyri at fáa meiri at vita. Joan fekk nógv góð hugskot heim við um, hvat felagið kann gera fyri at útvega nýggjar blóðgevar og geva teimum trúføstu eitt gott upplivilsi.
Gjøgnum árið hevur felagið keypt ymiskar gávulutir at lata blóðgevum. Somuleiðis hevur felagið keypt góðgæti til blóðbankarnar báðar.
Formaðurin takkaði Petur Arna Danielsen, sum var á aðalfundinum, fyri at hava latið blóð 75 ferðir, og honum varð handað eina góð gávu og eitt blómutyssi.
Frágreiðingin var góðtikin.
Viðv. 3
Sonja Mørkøre, grannskoðari, kundi tíverri ikki møta á fund, men hun hevði grannskoðað roknskapin og fann, at roknskapurin var rættvísandi, og hon hevði tí ongar viðmerkingar til roknskapin. Leggjast kann afturat, at Felagið Blóðgevi ikki hevur kontantan pening, og at allar inntøkur og útreiðslur verða framdar umvegis bankaflyting í heimabankanum.
Roknskapurin varð góðkendur.
Viðv. 4
Einki uppskot var komið.
Viðv. 5
Í fjør (2025) stóðu Joan Petersen og Øssur S. Egholm fyri vali. Bæði vóru afturvald tá.
Í ár (2026) stóðu Claus Reistrup, Vilhelm í Skálanum og Tóra Holm Jacobsen fyri vali. Tey vóru øll trý vald aftur.
Jenny í Heiðinum og Marit Holm vóru valdar sum tiltakslimur.
Viðv. 6
Sonja Mørkøre varð afturvald sum grannskoðari.
Viðv. 7
Einki
Fundurin lokin kl. 20:00
Fundarfrásøgn
Claus Reistrup






