Mikudagin 10. september 2025 var lítil hátíðarløta á Rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí Mikkjal Bærendsen gav blóð fyri 100. ferð.
Marit Holm, leiðandi bioanalytikari, greiddi frá, at Mikkjal fyrstu ferð gav blóð í 1991, og at hann síðan tá hevur verið ein sera trúgvur blóðgevi. Marit takkaði honum fyri allar blóðgávurnar, ið hann hevði givið gjøgnum árini.
Sum eina heilsan frá Felagnum Blóðgeva fekk Mikkjal blómur og ein pelikan úr glasi. Pelikanurin er eitt altjóða súmbol, ið verður givið blóðgevum, tá ið teir hava givið blóð 100 ferðir.
Vilt tú gerast blóðgevi, kanst tú melda teg til her Tilmeldingarblað







