Mikkjal Bærendsen givið blóð 100 ferðir
Mikudagin 10. september 2025 var lítil hátíðarløta á Rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí Mikkjal Bærendsen gav blóð fyri 100. ferð. Marit Holm, leiðandi bioanalytikari, greiddi frá, at Mikkjal fyrstu ferð gav blóð í 1991, og at hann síðan tá hevur verið ein sera trúgvur blóðgevi. Marit takkaði honum fyri allar blóðgávurnar, ið hann hevði givið…
