Comtet og Claus

Ingi Comtet givið blóð 100 ferðir

Hósdagin 20. november 2025 gav Ingi Comtet blóð fyri 100. ferð. Í hesum sambandi var eitt lítið hátíðarhald í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, har Ingi fekk handað tvær samanplantingar og ein glaspelikan. Pelikanur er eitt altjóða súmbol upp á ósjálvsøkni,, sum øll blóðgevafeløg nýta. Ingi fortaldi, at hann byrjaði at geva blóð, tá ið hann búði…

Mikkjal Bærendsen givið blóð 100 ferðir

Mikudagin 10. september 2025 var lítil hátíðarløta á Rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí Mikkjal Bærendsen gav blóð fyri 100. ferð. Marit Holm, leiðandi bioanalytikari, greiddi frá, at Mikkjal fyrstu ferð gav blóð í 1991, og at hann síðan tá hevur verið ein sera trúgvur blóðgevi. Marit takkaði honum fyri allar blóðgávurnar, ið hann hevði givið…

Arnold Rasmussen givið blóð 75 ferðir

Arnold Rasmussen givið blóð 75 ferðir

Mikudagin 14. mai 2025 varð eitt lítið hátíðarhald í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, í sambandi við at Arnold Rasmussen, Søldarfirði, hevði latið blóð 75 ferðir. Sum takk fyri hjálpina gjøgnum nógv ár gav Felagið Blóðgevi Arnoldi eitt blómutyssi umframt eina lítla gávu til minnis um dagin. Í miðjuni á myndini sæst Arnold Rasmussen. Til vinstru í…

Frásøgn frá aðalfundinum í 2025

Tann 9. apríl 2025 hevði Felagið Blóðgevi ársaðalfund í høli hjá Námi. Á aðalfundinum greiddi formaðurinn frá virksemi felagsins í farna ári. Á sumri 2024 brúkti felagið nógva orku saman við Nudlavirkinum i at gera ein animasjónsfilm, sum skal nýtast í okkara arbeiði at fáa nýggjar blóðgevar. Nær animasjónsfilmurin verður vístur, er avgerð ikki tikin…