Frásøgn frá aðalfundinum í 2025

Tann 9. apríl 2025 hevði Felagið Blóðgevi ársaðalfund í høli hjá Námi. Á aðalfundinum greiddi formaðurinn frá virksemi felagsins í farna ári. Á sumri 2024 brúkti felagið nógva orku saman við Nudlavirkinum i at gera ein animasjónsfilm, sum skal nýtast í okkara arbeiði at fáa nýggjar blóðgevar. Nær animasjónsfilmurin verður vístur, er avgerð ikki tikin…