Hósdagin 20. november 2025 gav Ingi Comtet blóð fyri 100. ferð. Í hesum sambandi var eitt lítið hátíðarhald í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, har Ingi fekk handað tvær samanplantingar og ein glaspelikan. Pelikanur er eitt altjóða súmbol upp á ósjálvsøkni,, sum øll blóðgevafeløg nýta.
Ingi fortaldi, at hann byrjaði at geva blóð, tá ið hann búði í Danmark. Tá ið hann flutti aftur til Føroyar, helt hann tað vera natúrligt at halda fram. At hann á hendan hátt kann vera við til at hjálpa øðrum, er ein góð kensla.
Felagið Blóðgevi ynskir Inga hjartaliga til lukku.






