Nevndin er hin sama
Aðalfundur var í Felagnum Blóðgeva, mikudagin 20. apríl 2022 í hølinum hjá Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi í Havn. Allir 3 nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Teir vóru: Tóra Holm Jacobsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Umframt hesi sita Øssur Sverrason Egholm og Joan Petersen í nevndini. Nevndin skipaði seg á sama hátt sum…
Tórfinn, Petur Magnus og Rúni hava givið blóð 75 ferðir
Á aðalfundinum hjá Felagnum Blógeva 20. apríl 2022 heiðraði felagið Tórfinni Højgaard, Petur Magnusi Bjarnastein og Rúna Leitistein fyri at hava givið blóð 75 ferðir í part. Teir tríggir fingu blómur, gávu og eina hjartans tøkk frá felagnum. At vera blóðgevi bjargar lív, og trúgvu blóðgevarnir eru tí lívsneyðugir.
Givið blóð 100 ferðir
Mikudagin 15. september 2021 hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir. Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg sum blóðgeva. Og so fekk man…
Formansfrágreiðing á aðalfundi 2021
Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva mikudagin 14. 2021, kl. 19:30 í Hvonn Skrá fyri aðalfundin: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram 3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi 4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum 5. Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6 í viðtøkum felgsins 6. Val av…
Blóðgevar, sum hava givið blóð 75 ferðir
Formaður felagsins handaði Peturi Egholm, Jákupi av Skarði, Birgiri Dimon, Arne Thomsen og Oddmar Olsen eitt sett av Georg Jensen ljósastakum og eitt blómatyssi í part sum takk fyri, at teir hava givið blóð 75 ferðir. Felagsmynd var tikin av teimum 5 blóðgevum, ið høvdu fingið gávu, saman við formanni og næstforkvinnu felagsins.
Um aðalfundin 2020
Orsakað av coronastøðuni varð aðalfundurin í ár útsettur til 14. mai. Aðalfundurin, har bert nevndin, og ein granskoðari, vóru samlað, varð hildin í Gestaborðsstovuni á Landssjúkahúsinum. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali: Teitur Sigvardsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Teitur var fluttur av landinum, so Tóra Holm Jacobsen varð vald í staðin. Hinir báðir tóku…
Formansfrágreiðing á aðalfundi 2020
Formansfrágreiðing á aðalfundi felagsins hósdagin 14. mai 2019, kl. 19:00 í Gestaborðsstovuni á Landssjúkrahúsinum Vælkomin á aðalfund í 2020 hjá Felagnum Blóðgeva. Orsakað av coronavirusinum noyddist nevndin at útseta aðalfundin til í dag tann xx. mai, hóast hetta ikki er í samsvari við lóg felagssins. Men Føroyar hava mest sum verið í undantaksstøðu síðani á…
Finn Rubeksen hevur givið blóð 75 ferðir
Á aðalfundi í Felagnum Blóðgeva mikudagin 10. apríl 2019 varð Finn Rubeksen heiðraður fyri at hava latið blóð 75. ferð. Á myndini sæst Joan M. Petersen, deildarbioanalytikara í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, handa Finni Rubeksen blómutyssi og eina slipsnál fyri trúfestið. Nevndin í Felagnum Blóðgevi takkar Finni.






