
Mikudagin 15. september 2021 hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir.
Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg sum blóðgeva. Og so fekk man eina øl aftaná, sigur Mortan flennandi. Mitt í 80 unum var tað vanligt, at blóðgevar fingu sær eina øl eftir blóðgávu.
Mortan minnist, at tað var Marita Simonsen, fyrrverandi formaður og stovnari av Felagnum Blóðgevi, ið tappaði Mortan fyrstu ferð, hann gav blóð. Blóðbankin hevur tí sæð til, at tað verður júst hon, ið tappar hann fyri 100. ferð. Mortan Simonsen hevur síðani 1986 verið trúfastur blóðgevi, bæði í Føroyum og í Danmark, og kann hann nú kalla seg triðja blóðgeva í Føroyum, sum hevur givið blóð 100 ferðir. Hetta er eitt óalmindiliga flott avrik, sum tey mongu, ið hava fingið blóð, eru sera takksom fyri.
Gávan, sum Felagið Blóðgevi letur í hesum sambandi, er ein glasfuglur frá Mikkalina Glas. Fuglurin ímyndar ein pelikan, sum í fleiri londum er súmbol upp á blóðgevagerningin. Søgan sigur, at pelikanurin roytir fjaðrarnar av sínum egna brósti, til blóðið rennur, so veiku ungarnir kunnu styrkjast við at drekka tað.
Blóðbankin og Felagið Blóðgevi takka Mortani fyri trúgvan og góðan stuðul í Blóðbankanum og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.
Ynskir tú at geva blóð, so kanst tú melda til á www.gevblod.fo
Á myndina síggjast frá høgru Jóan Petersen, leiðandi bioanalytikari í blóðbankanum, Mortan Simonsen, blóðgevi, og Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva.
15. september 2021, Felagið Blóðgevi
OCT
2021