Tíðindi

Um aðalfundin 2020

Orsakað av coronastøðuni varð aðalfundurin í ár útsettur til 14. mai. Aðalfundurin, har bert nevndin, og ein granskoðari, vóru samlað, varð hildin í Gestaborðsstovuni á Landssjúkahúsinum. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali: Teitur Sigvardsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Teitur var fluttur av landinum, so Tóra Holm Jacobsen varð vald í staðin. Hinir báðir tóku við afturval.

Nevndin skipaði seg síðani við Claus Reistrup sum formanni, Øssur S. Egholm helt fram sum kassameistari. Joan M. Petersen, Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevndarlimir.

Felagið Blóðgevi hevur í 2019 arbeitt nógv við at útvega gávulutir at lata blóðgevum í sambandi við tapping. Netið við búmerkinum hjá felagnum hevur verið ein sera væl umtókt gáva.

Corona hevur eisini verið orsøkin til, at blóðgevar, sum hava latið blóð 75 ferðir, enn ikki hava fingið eina lítla gávu, sum tøkk fyri teirra trúfesti. Felagið ætlar á vetri 2020/2021 at hava eitt lítið hátíðarhald, har hesir blóðgevar fáa handað gávu.

0