Tríggir blóðgevar heiðraðir

Mikudagin 10. apríl 2024 hevði Felagið Blóðgevi aðalfund. Á aðalfundinum fingu tríggir blóðgevar gávu frá Felagnum Blóðgeva, tí teir høvdu latið blóð 75 ferðir. Teir tríggir eru: Tóri Nattestad, Kristian Dahl og Johan Poulsen. Felagið fer við hesum at takka teimum trimum fyri teirra trúfesti sum blóðgevar. Á aðalfundinum stóðu 3 nevndarlimir fyri vali, og…

Gunnar Lützen hevur givið blóð 100 ferðir

Mikudagin 6. september fyrrapartin var eitt lítið hátíðarhald í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Gunnar Lützen hevði latið blóð 100 ferðir. Gunnar Lützen segði hetta: „Longu sum skóti var tað náttúrligt fyri meg at gerast blóðgevi, og havi eg verið sera glaður fyri, at eg á tann hátt havi verið við til at…

Latið blóð 100 ferðir

Jákup Pauli Johansen hevur givið blóð fyri 100. ferð

Mikudagin 28. september 2022 gav Jákup Pauli Johansen blóð fyri 100. ferð. Felagið Blóðgevi ynskir Jákupi Paula hjartaliga til lukku. Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgevi, handaði Jákupi Paula Johansen gávu, nú hann hevði givið blóð 100 ferðir. Eitt lítið hátíðarhald var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi. Jákup Pauli fekk blómur umframt pelikan…

Mikkjal Bærentsen hevur givið blóð 75 ferðir

Fríggjadagin 10. juni 2022 var ein lítil samkoma á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har Mikkjal Bærentsen fekk handað gávu, tí hann hevði givið blóð 75 ferðir. Við til handanina vóru Sára E. Augustinussen, leiðandi bioanalytikari á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Joan Petersen, næstforkvinna í Felagnum Blóðgeva og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Sjúkrahúsverki Føroya. Nevndin í Felagnum Blóðgevi…

Nevndin er hin sama

Aðalfundur var í Felagnum Blóðgeva,  mikudagin 20. apríl 2022 í hølinum hjá Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi í Havn. Allir 3 nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Teir vóru: Tóra Holm Jacobsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Umframt hesi sita Øssur Sverrason Egholm og Joan Petersen í nevndini. Nevndin skipaði seg á sama hátt sum…

Givið blóð 100 ferðir

Mikudagin 15. september 2021 hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir. Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg sum blóðgeva. Og so fekk man…

Takk fyri, at vit fingu Jóhannes aftur

TAKK FYRI AT VIT FINGU JÓHANNES AFTUR Tá Jóhannes var 6 ára gamal, drakk hann vistfrøðiligt haldevni, sum verður nýtt til súrhoyggj, úr einari sodavatnsfløsku, sum hann hevði funnið. Støðan hjá Jóhannes gjørdi alsamt verri, og hann varð koyrdur á skaðastovuna í Klaksvík. Haldevnið forðaði reyðu blóðlikamunum at flyta lívsneyðugt súrevni út í lítla kroppin.…

Formansfrágreiðing á aðalfundi 2021

Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva mikudagin 14. 2021, kl. 19:30 í Hvonn Skrá fyri aðalfundin: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram 3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi 4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum 5. Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6 í viðtøkum felgsins 6. Val av…

Blóðgevar, sum hava givið blóð 75 ferðir

Formaður felagsins handaði Peturi Egholm, Jákupi av Skarði, Birgiri Dimon, Arne Thomsen og Oddmar Olsen eitt sett av Georg Jensen ljósastakum og eitt blómatyssi í part sum takk fyri, at teir hava givið blóð 75 ferðir. Felagsmynd var tikin av teimum 5 blóðgevum, ið høvdu fingið gávu, saman við formanni og næstforkvinnu felagsins.