Mikkjal Bærentsen hevur givið blóð 75 ferðir
Fríggjadagin 10. juni 2022 var ein lítil samkoma á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har Mikkjal Bærentsen fekk handað gávu, tí hann hevði givið blóð 75 ferðir. Við til handanina vóru Sára E. Augustinussen, leiðandi bioanalytikari á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Joan Petersen, næstforkvinna í Felagnum Blóðgeva og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Sjúkrahúsverki Føroya. Nevndin í Felagnum Blóðgevi…
