Latið blóð 100 ferðir

Jákup Pauli Johansen hevur givið blóð fyri 100. ferð

Mikudagin 28. september 2022 gav Jákup Pauli Johansen blóð fyri 100. ferð. Felagið Blóðgevi ynskir Jákupi Paula hjartaliga til lukku. Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgevi, handaði Jákupi Paula Johansen gávu, nú hann hevði givið blóð 100 ferðir. Eitt lítið hátíðarhald var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi. Jákup Pauli fekk blómur umframt pelikan…

Mikkjal Bærentsen hevur givið blóð 75 ferðir

Fríggjadagin 10. juni 2022 var ein lítil samkoma á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har Mikkjal Bærentsen fekk handað gávu, tí hann hevði givið blóð 75 ferðir. Við til handanina vóru Sára E. Augustinussen, leiðandi bioanalytikari á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Joan Petersen, næstforkvinna í Felagnum Blóðgeva og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Sjúkrahúsverki Føroya. Nevndin í Felagnum Blóðgevi…

Nevndin er hin sama

Aðalfundur var í Felagnum Blóðgeva,  mikudagin 20. apríl 2022 í hølinum hjá Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi í Havn. Allir 3 nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Teir vóru: Tóra Holm Jacobsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Umframt hesi sita Øssur Sverrason Egholm og Joan Petersen í nevndini. Nevndin skipaði seg á sama hátt sum…