Tíðindi

Formansfrágreiðing á aðalfundi 2020

Formansfrágreiðing á aðalfundi felagsins hósdagin 14. mai 2019, kl. 19:00 í Gestaborðsstovuni á Landssjúkrahúsinum

Vælkomin á aðalfund í 2020 hjá Felagnum Blóðgeva. Orsakað av coronavirusinum noyddist nevndin at útseta aðalfundin til í dag tann xx. mai, hóast hetta ikki er í samsvari við lóg felagssins. Men Føroyar hava mest sum verið í undantaksstøðu síðani á grækarismessu í ár, og við støði í tilráðing hjá landsstýrinum gjørdi nevndin av at útseta aðalfundin.

Sambært § 5, stk. 2, er ásett, at „Á aðalfundi verða annaðhvørt ár ávikavist 3 nevndarlimir valdir og annaðhvørt ár ávikavist 2 nevndarlimir. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir.“ Í fjør stóðu Joan Petersen og Gunnar Reynslá fyri vali. Gunnar Reynslág bað seg undan afturval, meðan Joan Petersen varð afturvald. Í staðin fyri Gunnar Reynslág varð Øssur Sverrason Egholm valdur. Hann átók sær síðani at vera kassameistari.

Í ár standa Teitur Sigvardsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup fyri vali. Teitur Sigvardsen er fluttur av landinum og hevur tí boðað frá, at hann ikki ynskir afturval.

Farna árið hevur sum so verið eitt stillisligt ár. Felagið keypti fyri umleið 22.000 kr. ymiskar gávulutir til blóðgevar, t.d. endurskin og net við okkara búmerki á. Og í november mánaði keypti felagið søtmeti eisini at lata blóðgevum, tá ið teir hava latið blóð. Blóðbankin í  Suðuroy fær sjálvandi eisini gávulutir o.a. sendandi, sum Felagið Blóðgevi keypir til limirnar. Annars hava útreiðslurnar í farna ári ikki verið tær stóru.

Felagið Blóðgevi hevur ikki framt nøkur serlig átøk í farna árinum fyri at útvega nýggjar blóðgevar. Orsøkin er tann, at fólk sum gjarna vilja vera blóðgevar, tekna seg umvegis okkara heimasíðu. Tað er at fegnast um, at heimasíðan soleiðis verður nýtt til endamálið. Blóðbankin hevur sum er eitt rímiligt tal av blóðgevum, men sjálvandi má og skal eitt støðugt arbeiði fara fram fyri at útvega nýggjar blóðgevar, tí fleiri „gamlir“ blóðgevar noyðast at gevast orsakað av aldri ella sjúku.

Felagið Blóðgevi hevur í vetur við støði í einum donskum faldara gjørt ein føroyskan, ið tekur støði í teimum viðurskiftum, vit hava í Føroyum. Roknað verður við at faldaran verður liðugur fyrst út á heystið, tá ið coronastøðan er batnað munandi. Harumframt hevur felagið bílagt nakrar størri gávulutir at lata blóðgevum, sum hava givið blóð 75 ferðir. Blóðgevar, sum hava latið blóð 75 ferðir, hava ikki bert uppiborið eina stóra tøkk fyri ósjálvsøkna hjálp, men eisini eina sjónliga gávu, ið teir kunnu nýta og vera stoltir av.

At enda vil eg fegin takka nevndini fyri gott og støðugt arbeiði í farna ári.

Tórshavn 14. mai 2020
Claus Reistrup, formaður

0