Nevndin er hin sama
Aðalfundur var í Felagnum Blóðgeva, mikudagin 20. apríl 2022 í hølinum hjá Undirvísingarstýrinum á Hoyvíksvegi í Havn. Allir 3 nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru afturvaldir. Teir vóru: Tóra Holm Jacobsen, Vilhelm í Skálanum og Claus Reistrup. Umframt hesi sita Øssur Sverrason Egholm og Joan Petersen í nevndini. Nevndin skipaði seg á sama hátt sum…
Tórfinn, Petur Magnus og Rúni hava givið blóð 75 ferðir
Á aðalfundinum hjá Felagnum Blógeva 20. apríl 2022 heiðraði felagið Tórfinni Højgaard, Petur Magnusi Bjarnastein og Rúna Leitistein fyri at hava givið blóð 75 ferðir í part. Teir tríggir fingu blómur, gávu og eina hjartans tøkk frá felagnum. At vera blóðgevi bjargar lív, og trúgvu blóðgevarnir eru tí lívsneyðugir.

