Givið blóð 100 ferðir

Mikudagin 15. september 2021 hevur Mortan Simonsen verið í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum og givið blóð fyri 100. ferð. Hetta er triðju ferð í Føroya søgu, at blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir. Mortan greiðir frá, at tað var ein gamal starvsfelagi, sum gav honum íblástur til at melda seg sum blóðgeva. Og so fekk man…

Takk fyri, at vit fingu Jóhannes aftur

TAKK FYRI AT VIT FINGU JÓHANNES AFTUR Tá Jóhannes var 6 ára gamal, drakk hann vistfrøðiligt haldevni, sum verður nýtt til súrhoyggj, úr einari sodavatnsfløsku, sum hann hevði funnið. Støðan hjá Jóhannes gjørdi alsamt verri, og hann varð koyrdur á skaðastovuna í Klaksvík. Haldevnið forðaði reyðu blóðlikamunum at flyta lívsneyðugt súrevni út í lítla kroppin.…

Tit eiga lívið í Una

Tit eiga lívið í Una Eg veit ikki hvørji tit eru og kann tí bara siga takk. Lívið kann hátta seg so løgið. Fyri nógvum árum síðani sannførdi ein íðin sál meg um, at eg átti at meldað meg sum blóðgeva. Eg tók fyrstu blóðroyndina, lat blóð einaferð, men gjørdist síðani við barn, og kundi…

Formansfrágreiðing á aðalfundi 2021

Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva mikudagin 14. 2021, kl. 19:30 í Hvonn Skrá fyri aðalfundin: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram 3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi 4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum 5. Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6 í viðtøkum felgsins 6. Val av…

Blóðgevar, sum hava givið blóð 75 ferðir

Formaður felagsins handaði Peturi Egholm, Jákupi av Skarði, Birgiri Dimon, Arne Thomsen og Oddmar Olsen eitt sett av Georg Jensen ljósastakum og eitt blómatyssi í part sum takk fyri, at teir hava givið blóð 75 ferðir. Felagsmynd var tikin av teimum 5 blóðgevum, ið høvdu fingið gávu, saman við formanni og næstforkvinnu felagsins.