Mikudagin 10. apríl 2024 hevði Felagið Blóðgevi aðalfund. Á aðalfundinum fingu tríggir blóðgevar gávu frá Felagnum Blóðgeva, tí teir høvdu latið blóð 75 ferðir. Teir tríggir eru: Tóri Nattestad, Kristian Dahl og Johan Poulsen. Felagið fer við hesum at takka teimum trimum fyri teirra trúfesti sum blóðgevar.
Á aðalfundinum stóðu 3 nevndarlimir fyri vali, og vóru teir afturvaldir. Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis. Formaður gjørdist Claus Reistrup. Joan Petersen gjørdist næstforkvinna, og Øssur S. Egholm kassameistari. Tóra Holm Jacobsen og Vilhelm í Skálanum eru nevmdarlimir.
Á myndini síggjast frá vinstru hesi: Joan Petersen, næstforkvinna í felagnum. Síðani Tóri Nattestad, Johan Poulsen og Kristian Dahl. Hesir tríggir fingu gávu frá Felagnum Blóðgeva. Til høgru stendur Claus Reistrup, formaður í felagnum.
APR
2024