Takk fyri
Uttan mun til um tú lýkur treytirnar fyri at gerast blóðgevi ella ikki, so takka vit tær fyri, at tú sýndi vilja at hjálpa.
Høvuðstreytir fyri at gerast blóðgevi eru, at:
- Tú hevur góða heilsu
- Tú ert millum 18 og 60 ár
- Tú vigar í minsta lagi 50 kg
- Tú tosar og skilir føroyskt ella danskt*
- Tú hevur føroyskt p-tal
Lýkur tú hesar treytir, so melda til her, ella set teg í samband við ein av blóðbankunum.
*Please note: In the Faroe Islands all blood donors must be able to read and speak Faroese or Danish. These regulations are meant to secure, that blood donors understand all questions and are able to answer them correctly and to prevent misunderstandings between the blood collecting staff and the donor.
Hvat hendir fyrstu ferð, tú vitjar blóðbankan?
Spurt verður um tína heilsustøðu í gjøgnum árini, og blóðroynd verður tikin, har kannað verður fyri ávísar smittandi sjúkur, umframt blóðprosent. Er alt í lagi, kanst tú geva blóð 2 mánaðir seinni.
Tað tekur áleið 20 minuttir at geva blóð. Við hvørja blóðgávu verða áleið 450 ml givnir. Hetta verður skjótt endurskapt í kroppinum. Tú kanst geva blóð, til tú fyllir 65 ár.