Heilivágur

Tekur tú heilivág, herundir eisini fyri pínu og ovurviðkvæmi, ella ert tú í iva, um tín heilivágur gevur tappisteðg, finnur tú svarið á www.min.medicin.dk

Gjørt verður vart við, at í Føroyum verða tær somu tappisteðgareglur galdandi sum í Danmark.

Ferðing

Um tú ferðast til lond, sum geva tappisteðg, roknar tú steðgin frá heimkomudegnum. Sí hesa leinkju: https://bloddonor.dk/karantaenekort/

Sjúka

Um tú gerst sjúk/ur áðrenn tú skalt geva blóð, skalt tú boða blóðbankanum frá, tí so ber ikki til at geva blóð. Um tú innan 2 dagar aftaná, at tú hevur givið blóð, gerst sjúk/ur, skalt tú boða blóðbankanum frá hesum.

Annað

Um onnur ivamál eru í sambandi við at geva blóð, sí leinkju: https://bloddonor.dk/for-donorer/tappepause/

Gjørt verður vart við, at meðan steðgurin í Danmark er 4 mánaðir, er steðgurin í Føroyum 6 mánaðir.