Ofta settir spurningar (FAQ)

Hvat er blóð?

Blóð er flótandi vevnaður, hvørs høvuðsuppgáva er at flyta ilt og føðsluevni runt í kroppinum.

Eitt vaksið menniskja hevur á leið 4-5 litrar av blóði.

Ein nýtappað portión av blóði verður deild sundur í 3 ymiskar blóðúrdráttir, soleiðis at hon kann vera við til at hjálpa trimum sjúklingum við ymiskum tørvi.

Hesir blóðúrdráttir eru:

  • Reyð blóðlikam, sum flyta súrevni (O2) runt í kroppinum.
  • Plasma, ið inniheldur lívstýðandi koagulatiónsfaktorar, sum eru við til at steðga bløðing.
  • Blóðplátur, ið eisini eru við til at steðga bløðing.

Blóð kann ikki eftirgerast á eini verksmiðju, og er tað tí sera umráðandi at hava blóðgevar, ið sjálvbodnir geva blóð.

Hvør kann geva blóð?

Fyri at geva blóð krevst, at tú

  • ert millum 18 og 60 ár,
  • ert frísk/ur og hevur góða heilsu og
  • vigar í minsta lagi 50 kg

Er heilsan góð, kunnu blóðgevar geva blóð til 65 ára aldur

Hvat hendir fyrsta ferð, tú ert í blóðbankanum?

  • Spurnablaðið til nýggjar donorar verður gjøgnumgingið og greiða fingið á møguligum spurningum ella ivamálum.
  • Blóðroynd verður tikin av tær. Kannað verður fyri ávísar smittandi sjúkur. HIV; Hepatitis B og Hepatitis C. Harumframt verður blóðflokkur, screentest fyri blóðflokka andevni, blóðprocent og ferritin (jarngoymslan) tikin.
  • Um alt er í lagi sambært ásettum lógum og reglum, verður bræv sent tær.
  • 2 mánaðir seinni kanst tú geva blóð.

GG: Tað er sera umráðandi, at tú ikki meldar teg til bert fyri at verða kannað/ur. Far tá til tín egna lækna.

Hvat hendir, tá ið tú gevur blóð?

  • Tú svarar einum stuttum spurnablaði
  • Spurt verður um tína heilsustøðu síðan seinastu vitjan í blóðbankanum
  • Tú liggur á eini legu, har tú fært eitt lítið prik í annan armin.
  • Tappað verður ½ litur av blóði. Hetta tekur áleið 5-10 min.
  • Tú skalt hvíla í blóðbankanum í minsta lagi 10 min, eftir at blóðið er tappað.
  • Í sambandi við tappingina fært tú okkurt at drekka fyri at bøta um vætumiss.
  • Umráðandi er at fáa nokk av vætu bæði áðrenn og aftaná tapping.

Hvat verður blóðið nýtt til?

Blóðið verður brúkt til:

  • Skurðviðgerðir
  • Blóðtrot orsakað av sjúku, t. d. krabbamein
  • Størri bløðingar
  • Skaðatilburðir

Hvar kann eg geva blóð?

Tú kanst geva blóð á:

  • Landssjúkrahúsinum. Tappað verður vanliga mikudag og hósdag.
  • Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tappað verður vanliga mánadag.
  • Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tappað verður vanliga mánadag.

Hvat um eg ongantíð hoyri aftur, aftaná eg havi meldað til?

Vanligt er, at tað ganga 7-14 dagar, frá tí tú meldar til, til tú fært bræv frá blóðbankanum. Um longri tíð er gingin, kann orsøkin vera, at tín tilmelding av einari ella aðrari orsøk ikki er komin fram.

Hvussu fær man nýggja tíð?

Blóðgevi biður sjálvur um nýggja tíð við at seta seg í samband við sín blóðbanka. Vanligt er at geva blóð millum 2-4 ferðir um árið.