Mikudagin 6. september fyrrapartin var eitt lítið hátíðarhald í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Gunnar Lützen hevði latið blóð 100 ferðir.
Gunnar Lützen segði hetta: „Longu sum skóti var tað náttúrligt fyri meg at gerast blóðgevi, og havi eg verið sera glaður fyri, at eg á tann hátt havi verið við til at hjálpt teimum, sum onkursvegna hava tørv á blóði. Eg mæli til, at tey, ið hava møguleika fyri at gerast blóðgevi, melda seg til ein blóðbank á www.gevblod.fo.“
Felagið Blóðgevi takkar við hesum Gunnari Lützen fyri hansara hjálpsemi.
Á myndini síggjast í miðjuni Gunnar Lützen, til vinstru Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva, og til høgru Joan Petersen, deildar bioanalytikari í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum. Myndin er tikin 6. september 2023 í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum.
SEP
2023