Fyri hvørja tapping fær felagið 30 kr frá sjúkrahúsinum, har blóðið verður tappað. Pengarnir verða brúktir til til kunningartilfar fyri at útvega fleiri blóðgevar umframt til gerð og viðlíkahald av heimasíðuni hjá felagnum. Eisini verða pengarnir brúktir til gávulutir, sum allir blóðgevar kunnu ogna sær. Tann 28. februar 2018 varð nýggja heimasíðan hjá felagnum tikin í nýtslu. Felagið hevur brúkt nógva orku uppá at fáa eina nýggja og góða nútímans heimasíðu. Roknskapur felagsins verður grannskoðaður á hvørjum ári og sendur Landssjúkrahúsinum til kunningar.

Felgið Blóðgevi hevur roynt at vera sjónligt fyri at útvega nýggjar blóðgevar. T.d. hevur felagið tey seinastu árini verið til staðar, tá ið ymisk heilsuátøk hava verið fyri at útvega nýggjar blóðgevar. Eisini hevur felagið vitjað á ymiskum virkjum fyri at tekna nýggjar blóðgevar, og á hendan hátt hava vit fingið fleiri nýggjar.

Sum heild eru fólk sera jalig um at gerast blóðgevi, tá ið umboð fyri Felagið Blóðgevi við slík tiltøk vísa á tørvin á blóðgevum.

Bioanalytikarar, sum arbeiða í blóðbankanum, hava fleiri ferðir verið við til kvinnurenningina, og tær hava runnið í búna við búmerkinum hjá Felagnum Blóðgeva á. Hetta fyri at sjónliggera týdningin av at geva blóð og harvið fáa fleiri blíðgevar.

Tá ið Felagið Blóðgevi í mai mánaði 2011 fylti 10 ár, stílaði felagið fyri hugnaløtu á Hvonn, har øll áhugað høvdu atgongd. Jens Marni Hansen spældi, og øll, sum stukku inn á gólvið, fingu ókeypis kaffi. Hvonn stuðlaði tiltakinum.

Nálir o.a.

Tá ið blóðgevi hevur givið blóð 10 ferðir, fær hann eina bronsunál, 25 ferðir, er talan um eina silvurnál, 50 ferðir eina gullnál og eina rósu, 75 ferðir eina gávu umframt eitt blómutyssi. Tá ið blóðgevi hevur givið blóð 100 ferðir, fær hann ein pelikán úr glasi umframt blómutyssi.

Men hví lata ein pelikán, tá ið blóðgevi hevur latið blóð 100 ferðir? Jú, søgen er tann, at sambært einari gamlari frásøgn roytir pelikánurin fjarðarnar av egnari bringu, til bringan bløðir, so pisurnar, ið eru illa fyri, kunnu drekka blóðið og á tann hátt fáa megina aftur. Havandi hesa søguna í huga, hava fleiri lond valt at hava pelikánin sum súmbol fyri blóðgevar, tí blóðgevar geva blóð av ósjálvsókni fyri at hjálpa øðrum.

Felagið Blóðgevi fekk Mikkalina-Glas at gera nakrar pelikánar, so allir blóðgevar, ið hava latið blóð 100 ferðir, fáa ein pelikán úr glasi sum tøkk fyri tað stóra og ósjálvsókna arbeiðið, teir hava gjørt gjøgnum so nógv ár.

Bert tveir blóðgevar í Føroyum hava higartil givið blóð 100 ferðir og fingið pelikán. Tann fyrri var Jógvan Bærentsen, sum í oktober 2016 gav blóð fyri 100. ferð. Í desember 2017 var tað Alexander Samuelsen, sum var næstur í røðini at geva blóð fyri 100. ferð, og fekk hann tá eisini ein pelikán.