Felagið Blóðgevi
Viðtøkur fyri Felagið Blóðgeva
§ 1: Navn felagsins
Navn felagsins er Felagið Blóðgevi. Felagið Blóðgevi er stovnað tann 23. mai 2001.
§ 2: Heimstaður
Heimstaður felagsins er Tórshavnar kommuna.
§ 3: Endamál og virksemi
Felagið Blóðgevi hevur til endamáls at útvega sjálvbodnar blóðgevar til sjúkrahúsverkið fyri saman við øðrum tílíkum føroyskum feløgum at nøkta tørvin á blóði.
Felagið Blóðgevi kann skipa fyri ymiskum tiltøkum limanna til frama.
Felagið Blóðgevi kann gera samstarvsavtalu við staðbundin føroysk blóðgevafeløg eins og við blóðgevafeløg uttanlands.
§ 4: Limaskapur
Øll, ið eru skrásett sum blóðgevar á Landssjúkrahúsinum ogSuðuroyar Sjúkrahúsi, eru limir í Felagnum Blóðgevi. Limaskapurin heldur uppat, tá ið blóðgevi ikki er virkin. Ikki virkin blóðgevi kann tó halda fram sum limur í felagnum, um viðkomandi í telduposti setir fram skrivligt ynski um tað til nevndina. Limaskapur er ókeypis, men Felagið Blóðgevi fær samsýning frá Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri hvørja blóðtapping.
§ 5: Nevnd felagsins
Stk 1. Felagið verður stýrt av nevnd við 5 limum, ið verða vald á aðalfundi. Ein bioanalytikari skal altíð vera í nevndini, og um gjørligt eisini ein lækni.
Stk. 2. Á aðalfundi verða annaðhvørt ár ávikavist 3 nevndarlimir valdir og annaðhvørt ár ávikavist 2 nevndarlimir. Nevndarlimir kunnu verða afturvaldir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni umframt kassameistara og skrivara.
Stk 3. Nevndin heldur fund so ofta, tað er neyðugt, tó í minsta lagi 3 ferðir um árið. Á nevndarfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi. Nevndarfundur skal verða hildin, um formaðurin ella tveir aðrir nevndarlimir biðja um tað. Formaðurin, ella í hansara fráveru næstformaðurin, innkallar til nevndarfund og stendur fyri fundinum. Skrivarin skrivar talgilda fundarfrásøgn, ið verður send øllum nevndarlimum umvegis teldupost. Um eingin nevndarlimur ger viðmerkingar til fundarfrásøgnina innan 7 dagar frá tí, fundarfrásøgnin er send nevndarlimunum, er hon góðkend.
§ 6: Tiltakslimir
2 tiltakslimir verða valdir á hvørjum aðalfundi.
§ 7: Aðalfundur
Aðalfundurin, ið verður hildin í Tórshavn á hvørjum ári í seinasta lagi 1. mai, er hægsti myndugleiki felagsins. Fundurin verður lýstur við í minsta lagi 7 daga og í mesta lagi 14 daga fráboðan í teimum sosialu miðlunum. Ein lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur. Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, og sum ikki standa á føstu skrá aðalfundsins, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku undan aðalfundinum.
Á aðalfundinum skulu hesi mál verða viðgjørd:
- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram
- Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
- Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum
- Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6
- Val av grannskoðara
- Annað
Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanligum meiriluta. Skulu viðtøkur felagsins broytast, krevst tó, at 2/3 av teimum, ið eru á aðalfundi, atkvøða fyri broytingunum. Broytingar av viðtøkum skulu eisini góðkennast av Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður á aðalfundi, fellur málið burtur.
§ 8: Eyka aðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin, um nevndin metir tað vera neyðugt,ella tá í minsta lagi 15 limir biðja um eykaaðalfund við skrivligari fráboðan til nevndina. Tann, ið biður um eykaaðalfund, skal samstundis tilskila, hvørji mál ella uppskot skulu verða viðgjørd á fundinum. Eykaaðalfundur verður fráboðaður á sama hátt sum aðalfundur og skal verða hildin í seinasta lagi ein mánað eftir, at nevndin hevur móttikið skrivliga áheitan um fundin.
§ 9: Hvussu felagið verður bundið
Felagið verður bundið við undirskrift formansins saman við einum øðrum nevndarlimi ella av trimum nevndarlimum saman. Nevndin kann veita bankafulltrú til formann og kassameistara
§ 10: Roknskapur og grannskoðan
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár gongur tó frá stovnan felagsins til 31. januar 2001. Tað liggur á nevndini at føra roknskap yvir inntøkur og útreiðslur felagsins samsvarandi góðum roknskaparsiði. Roknskapur felagsins skal grannskoðast av einum roknskaparkønum fólki, sum er valt á aðalfundi. Roknskapur felagsins verður sent Landssjúkrahúsinum til kunningar, eftir at roknskapurin er góðkendur á aðalfundi.
§ 11: Avtøka av felagnum
Gera umstøðurnar tað, at felagið eigur at verða avtikið, skal nevndin boða til eykaaðalfundar við avtøku felagsins á skránni. Fundurin verður fráboðaður við somu tíðarfreist sum til vanligur aðalfundur. Atkvøða í minsta lagi ¾ av limunum, ið eru á hesum fundi fyri at taka felagið av, verður tað avtikið, og ognir felagsins verða latnar felagsskapum ella øðrum, ið arbeiða fyri somu endamálum sum felagið. Verður avgerð tikin á aðalfundi um at avtaka felagið, skal hetta góðtakast av Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hesar viðtøkur vórðu góðtiknar á aðalfundi felagsins mikudagin 20. apríl 2022.