Eg hevði kent meg illa í eina tíð, men so ein dagin varð heilt galið. Tað vildi so illa til, at eg fall í óvit og datt. Í fallinum skar eg meg nakað illa.

Lukkutíð var fólk hjá og sjúkrabilur flutti meg á sjúkrahúsið beinan vegin. Tá eg aftur visti til mín, var eg tær beru pentur. Eg hevði mist heilt fitt av blóði, so eg mátti fáa nakað úr blóðbankanum.

Tað góða í tí ringa var, at orsøkin til óhappið eisini varð viðgjørt og longu nú, eri eg nógv frægari.

Eftir siti eg undrandi um øll, ið eiga sín lut í at eg vann upp land. Eg kann ikki annað enn takka fyri.
–Mortan Svabo Sivertsen

Eg kann ikki annað enn takka

Eg bleiv yvirkoyrd og mundi doyð, í fýra dagar vistu mamma og babba ikki, um eg fór at doyggja.

Lærið og trý rivjabein brotnaðu og eg bløddi illa inni í kroppinum. Læknin og tey søgdu, at eg mátti fáa fleiri litrar av blóði ígjøgnum eina slangu.

Eg lá á sjúkrahúsinum í seks vikur, men so slapp eg heim. Nú eri eg púra frísk og í vetur fari eg at ganga til fimleik aftur.

Eg eri virkiliga glað fyri alla hjálpina sum eg fekk frá øllum, eisini frá teimum, sum eg ikki kenni og sum lótu mær blóð.
–Sólbjarta Andreasen

Wauuvv…

Eg eri fødd við einum breki í nýranum, tí mátti eg leggjast undir skurð í fjør summar.

Undir skurðviðgerðini, sum annars ikki var serliga serligt, fingu læknarnir trupulleikar við bløðingum. Eg mátti leggjast í koma og eina løtu var eg í roynd og veru deyð, meðan læknarnir royndu at steðga bløðingunum.

Skurðviðgerðin eydnaðist og eg kom fyri meg, men tey søgdu, at eg var sera heppin. í dag eri eg djúpt takksom fyri lívið og eyðmjúk fyri teimum, ið góvu mær tað aftur.
–Dagbjørt H. Joensen

Takk fyri lívið

Eg varð lagdur undir skurð fyri blindtarmsbruna.

Skurðviðgerðin gekk fínasta slag, men tey søgdu mær aftaná, at undir skurðviðgerðini hevði eg tørv á at fáa nakað av blóði.

Gott slag hevur tað verið, tí eg kenni meg sum fiskurin.

Eg vil bara nýta høvi at siga stóra takk fyri at tað finnast fólk har úti, ið lata blóð. Tit eiga lívið í mær.
–Poul Clementsen

Takk fyri, tit…