
Mikudagin 14. mai 2025 varð eitt lítið hátíðarhald í Blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum, í sambandi við at Arnold Rasmussen, Søldarfirði, hevði latið blóð 75 ferðir. Sum takk fyri hjálpina gjøgnum nógv ár gav Felagið Blóðgevi Arnoldi eitt blómutyssi umframt eina lítla gávu til minnis um dagin.
Í miðjuni á myndini sæst Arnold Rasmussen. Til vinstru í myndini er Joan Petersen, næstforkvinna i Felagnum Blóðgeva, og til høgru Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva.
22
MAY
2025
MAY
2025
0