Tíðindi

Frásøgn frá aðalfundinum í 2025

Tann 9. apríl 2025 hevði Felagið Blóðgevi ársaðalfund í høli hjá Námi. Á aðalfundinum greiddi formaðurinn frá virksemi felagsins í farna ári. Á sumri 2024 brúkti felagið nógva orku saman við Nudlavirkinum i at gera ein animasjónsfilm, sum skal nýtast í okkara arbeiði at fáa nýggjar blóðgevar. Nær animasjónsfilmurin verður vístur, er avgerð ikki tikin um enn. Felagið keypir javnan ymiskt tilfar at lata blóðgevum í sambandi við tapping. Talan er eitt nú um endurskin, kúlupennar, bókamerki og kuffertmerki. Somuleiðis útvegar felagið góðgæti, sum blóðgevar kunnu fáa sær, meðan teir bíða eftir at verða tappaðir.

Formaðurin nýtti í sínari frágreiðing høvi at takka øllum blóðgevum fyri teirra ósjálvsøkni, tá ið tað snýr seg um at hjálpa øðrum – við at lata blóð. Uttan teirra sjálvbodnu hjálp hevði staðið illa til. Í ár stóðu Joan Petersen og Øssur S. Egholm fyri vali. Tey vóru bæði afturvald. Jenny í Heiðinum varð afturvald sum tiltakslimur.

Aftaná áðalfundin helt nevndin ein stuttan nevndarfund, har Claus Reistrup varð afturvaldur sum formaður, Joan Petersen sum næstforkvinna og Øssur S. Egholm sum kassameistari. Vilhelm í Skálanum og Tóra Holm Jacobsen halda fram sum nevndarlimir.

0