Author Archive

Átak fyri blóðgevar

Felagið Blóðgevar er farið undir átak fyri at fáa fleiri blóðgevar. Í løtuni eru 4% av føroyingum blóðgevar og ætlanin er at vit komandi tíðina skulu økja talið til 5% av føroyingum.

Undir heitinum “Mítt blóð er títt blóð” lýsir átakið nakrar av teimum lagnum, ið kundu verið farnar so nógv verri, um tað ikki var fyri tykkum, ið hava latið teimum blóð.

0

Nýggj heimasíða

Tørvur hevur tey seinastu árini verið á at fáa skipað heimasíðuna betur, so hon lutvíst er meiri upplýsandi um, hvussu blóðgeving fer fram, og lutvíst vísir á, hvussu blóðgeving hevur hjálpt nógvum borgarum, tá ið á stóð. Okkara vón er, at nýggja heimasíðan fer at kunna betur.

Umvegis nýggju heimasíðuna ber – eins og á tí gomlu – til at tekna seg sum blóðgeva, tað sama um tú ynskir at geva blóð í Suðuroy, Klaksvík ella í Tórshavn.

Felagið blóðgevi er sera takksamt fyri, at so nógv fólk sjálvboðið lata blóð, men samstundis má eitt áhaldandi arbeiði fara fram at útvega nýggjar blóðgevar, tí fleiri blóðgevar fáa karantenu, tí føroyingar ferðast nógv í økjum, sum hava eitt nú malariu, ella teir noyðast at gevast orsakað av sjúku.

0