Author Archive

Gunnar Lützen hevur givið blóð 100 ferðir

Mikudagin 6. september fyrrapartin var eitt lítið hátíðarhald í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í sambandi við, at Gunnar Lützen hevði latið blóð 100 ferðir.

Gunnar Lützen segði hetta: „Longu sum skóti var tað náttúrligt fyri meg at gerast blóðgevi, og havi eg verið sera glaður fyri, at eg á tann hátt havi verið við til at hjálpt teimum, sum onkursvegna hava tørv á blóði. Eg mæli til, at tey, ið hava møguleika fyri at gerast blóðgevi, melda seg til ein blóðbank á www.gevblod.fo.“

Felagið Blóðgevi takkar við hesum Gunnari Lützen fyri hansara hjálpsemi.

Á myndini síggjast í miðjuni Gunnar Lützen, til vinstru Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgeva, og til høgru Joan Petersen, deildar bioanalytikari í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum. Myndin er tikin 6. september 2023 í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum.

0

Jákup Pauli Johansen hevur givið blóð fyri 100. ferð

Mikudagin 28. september 2022 gav Jákup Pauli Johansen blóð fyri 100. ferð. Felagið Blóðgevi ynskir Jákupi Paula hjartaliga til lukku.

Claus Reistrup, formaður í Felagnum Blóðgevi, handaði Jákupi Paula Johansen gávu, nú hann hevði givið blóð 100 ferðir. Eitt lítið hátíðarhald var í blóðbankanum á Landssjúkrahúsinum í hesum sambandi.

Jákup Pauli fekk blómur umframt pelikan úr glasi, sum Mikkalina Norðberg hevði gjørt. Pelikanurin er altjóða súmbol, ið verður brúkt av øllum heimsins blóðgevafelagnum.

 

0

Mikkjal Bærentsen hevur givið blóð 75 ferðir

Fríggjadagin 10. juni 2022 var ein lítil samkoma á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har Mikkjal Bærentsen fekk handað gávu, tí hann hevði givið blóð 75 ferðir.

Við til handanina vóru Sára E. Augustinussen, leiðandi bioanalytikari á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Joan Petersen, næstforkvinna í Felagnum Blóðgeva og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri á Sjúkrahúsverki Føroya.

Nevndin í Felagnum Blóðgevi takkar Mikkjali.

0