Aðalfundur í Felagnum Blóðgeva mikudagin 14. 2021, kl. 19:30 í Hvonn

Skrá fyri aðalfundin:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing frá nevndini, sum formaðurin leggur fram
3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
4. Viðgerð av uppskotum frá nevnd og limum
5. Val av nevnd, sbrt. § 5 og § 6 í viðtøkum felgsins
6. Val av grannskoðara
7.Annað, herundir handan av gávum til limir, sum hava latið blóð 75 ferðir

Viðv. 1
Alexander Samuelsen varð valdur sum fundarstjóri. Hann segði, at aðalfundurin sambært lýsingum í bløðunum tann 26. mars 2021 varð lógligur lýstur, tí páskirnar komu ímillum.

Viðv. 2
Formaðurin greiddi frá gongdini í felagnum síðani seinasta aðalfund, ið var 14. mai 2020. Nevnt varð, at virksemið hevði ikki verið stórt orsakað av Covid 19. Felagið hevði keypt ymiskar gávulutir at lata blóðgevum, tá ið teir hava givið blóð. Serliga innkeypsnetini vóru væl umtókt. Nevnt var eisini, at nevndin hevði framt eina greiða mannagongd fyri ávísing av rokningum, soleiðis eingin kann seta spurningartekin við, hvussu pengastreymurin í felagnum fer fram, og hvat pengarnir verða brúktir til.
Í mai mánaði fer Felagið Blóðgevi at fremja eitt átak í Suðuroynni fyri at útvega blóðgevar, sum búgva í oynni, so blóðbankin á Suðuroyar Sjúkrahúsi fær tilgongd av nýggjum blóðgevum.
Felagið hevur gjørt ein faldara, sum eitur „HEY! Tú sært gott út!“. Ætlanin er, at faldarin skal leggjast út á stovnar o.a., har nógv fólk koma. Upplýst verður um, hví vit skulu hava blóðgevar, og hvussu ein kann melda seg á netinum sum blóðgevi.
Talið á blóðgevum er í Føroyum á góðari leið, tá ið vit samanbera okkum við, hvat londini rundan um okkum halda vera eitt nøktandi støði, men felagið má áhaldandi útvega nýggjar blóðgevar, tí frágongdin av blóðgevum fer av ymiskum orsøkum altíð at vera, t.d. orsakað av aldri ella sjúku.

Spurt varð um talið á blóðgevum í Suðuroy. Joan svaraði, at talið á blóðgevum var í undirkantinum, og tí er ynski um at útvega fleiri blóðgevar í oynni.

Viðv. 3
Alexander Samuelsen legði fram ársroknskapin, men fyrst fór hann ásetingarnar ígjøgnum, sum eru galdandi fyri felagið. Alexander nevndi, at hann ikki hevði kannað øll roknskapartøl gjølla, men at tølini vóru eftirfarandi. Tað gevur onga meining at fara í smálutir. Hansara greiða fatan var, at roknskapurin gevur eina greiða og rættvísa mynd av fíggjarstøðuni hjá felagnum.
Roknskapurin varð einmælt góðkendur.

Viðv. 4
Einki uppskot er komið inn.

Viðv. 5
Jóan Petersen og Øssur S. Egholm stóðu fyri vali. Mælt varð til at velja tey bæði aftur, og so varð gjørt.

Viðv. 6
Alexander Samuelsen boðaði frá, at hann ætlaði at gevst sum grannskoðari felagsins, men hann hevði tosað við Sonju F. Mørkøre, sum er roknskaparfólk, og hon hevur játtað at taka yvir. Alexander bjóðaði sær til at vera Sonju F. Mørkøre til hjálpar at grannskoða roknskapin næsta ár.
Nú Alexander boðaði frá, at hann gevst sum granskoðari, nýtti formaðurin høvi at takka Alexander fyri tað sera stóra arbeiðið, hann sum grannskoðari felagsins hevur gjørt gjøgnum so nógv ár. Altíð hevur hann verið greiður og neyvur í sínari viðgerð og framløgu av roknskapinum.
Sonja F. Mørkøre var síðani vald sum grannskoðari.

Viðv. 7
Formaður felagsins handaði Peturi Egholm, Jákupi av Skarði, Birgiri Dimon, Arne Thomsen og Oddmar Olsen eitt sett av Georg Jensen ljósastakum og eitt blómatyssi í part sum takk fyri, at teir hava givið gevið blóð 75 ferðir. Felagsmynd var tikin av teimum 5 blóðgevum, ið høvdu fingið gávu, saman við formanni og næstforkvinnu felagsins.